Heldur óvæntað, byrjaði ungi verjuleikarin Shkodran Mustafi á týska liðnum í gjár. Hetta var fyrstuferð undir HM endaspælinum at Shkodran Mustafi byrjaði inni á týska liðnum.
Men nú er staðfest at Mustafi hevur spælt sín seinasta dyst hetta HM endaspælið. Tá 70 minuttir vóru leiktir av dystinum móti Algeria í gjárkvøldið, fekk Shkodran Mustafi ein lærskaða. Skaðin heldur Mustafi vekk frá fótbólti í 2-3 vikur og tískil spælir Shkodran Mustafi ikki aftur undir HM endaspælinum.
22 ára gamli Shkodran Mustafi leikar til dagliga fyri italienska felagið Sampdoria.