Tað er ringt skil í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, eftir at Taliban hevur tikið valdið í landinum.
Í dag veit týska blaðið - Bild - at siga, at ein týskur ríkisborgari, sum var á veg til flogvøllin, er skotin.
Ein talsmaður fyri týsku myndugleikarnar váttar hendingina yvirfyri blaðnum.
Sum skilst, er greiða ikki fingin á umstøðunum kring hendingina.
Tað er heldur ikki er greitt, hvussu støðan hjá týska ríkisborgaranum er.











