Karl Lauterbach, sum er týskur heilsumálaráðharri, er staddur mitt í hitabylgju í Toscana í Italia. Hann kom í morgun við heldur øðrvísi uppskoti um fyribyrgjandi átak í sambandi við hitabylgjuna, sum herjar har suðuri í Europa.
– Kirkjurnar áttu at verið opnar undir hitabylgjum og verið brúktar sum kuldarúm um dagin. Harvið kundu tær bjóðað verju ímóti hitanum, skrivaði Karl Lauterbach á Twitter úr einari basilika í Siena.
Der Spiegel skrivar, at nógva staðni í Suðureuropa hava kirkjurnar opið í dagtímunum, men summa staðni er vanligt, at fólk skulu gjalda atgongugjald fyri at sleppa inn.











