Týskur landsliðsleikari tveittur úr hópinum

Joachim Löw góðtekur ikki, at leikarar hansara vitja náttklubbar

Núverandi heimsmeistarin í fótbólti, Týskland, hevur tveir venjingardystir fyri framman, sum eru ímóti ávíkavist Onglandi og Italia. Max Kruse, ið til dagliga umboðar týska Wolfsburg, var upprunaliga úttikin til hópin, sum skuldi spæla hesar dystirnar, men framherjin sleppur ikki at luttaka kortini.

 

Orsøkin er, at leygarkvøldið varð mynd tikin av Max Kruse, har hann var í einum náttklubba í Berlin. Slíkt góðtekur týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, ikki.

 

- Eg havi tosað við Max Kruse og sagt honum, hvat eg vænti av honum bæði á og uttanfyri vøllinum. Eg havi tørv á leikarum, ið hugsavna seg um fótbólt og EM-endaspælið, ið er fyri framman. Eisini í teimum tíðarskeiðunum, har tað er steðgur ímillum dystirnar, sigur Joachim Löw sambært týsku tíðindastovuni, dpa.

 

Max Kruse hevur higartil spælt 14 landsdystir fyri Týskland, men spurningurin er so, nær hann aftur sleppur at umboða heimsmeistararnar í fótbólti.