Týska fótbóltsfelagið Hertha Berlin er í stórari sorg, eftir at forsetin í felagnum, 43 ára gamli, Kay Bernstein, brádliga er deyður.
Hertha Berlin skrivar á sínum netsíðum, at fótbóltsfelagið í dag fekk hesi tungu boð. Deyðsfallið av Kay Bernstein verður umrøtt sum óvæntað.
- Alt fótbóltsfelagið, nevndir og starvsfólk eru lamsligin og skakað. Hertha-familjan syrgir saman við eftirsitandi og hugsar um familju, vinir og kenningar í hesi truplu tíð, sigur felagið.
Heitt verður á øll um at virða privatlívið hjá familjuni og geva teimum frið í sorgini.
- Skakandi tíðindi, og vit kondolera familju, vinir og øll tey, sum stóðu honum nær. Styrki til øll í hesi sváru tíð, skrivar Borussia Dortmund á X, fyrrverandi Twitter.