Í dag um hálvgun eitt tíðina lendu týsku heimsstjørnurnar í Føroyum. Teir komu beinleiðis úr Munchen í Týsklandi.
Týska landsliðið skal eftir skránni venja á Tórsvølli klokkan 17.30 í dag. Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, hevur tíðindafund á Tórsvølli klokkan 14.00. Lars Olsen hevur tíðindafund klokkan 15 og Rás2 verður á staðnum.
Landsdysturin millum Føroyar og Týskland verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.










