Týsku Christian og Doreen vitja fyri 2. ferð á nýggjárinum í Vági

Millum 500 og 600 fólk vóru til morgunmatin hjá Nýggjársnevndini í Vági í VB-húsinum í morgun.

 

Millum tey vóru nógvir vágbingar í útlegd, sum leita aftur til Vágs til nýggjárshaldið, og eisini hópin av fremmandafólki, veit Suðurrás at siga.

 

Millum útlendsku vitjandi vóru týsku Christian og Doreen. Tey bæði greiddu frá, at hetta er 2. ferð tey eru í Vági á nýggjárinum. Fyrstu ferð var fyri tveimum árum síðani, og tá var upplivilsið so stórt, at tey fingu hug at vitja aftur og tey gleða seg til kvøldið og náttina, skrivar www.sudurras.fo..