Týska stjórnin hevur boðað frá, at 40 russisk sendifólk eru víst úr landinum.
Tað sigur týska uttanríkisráðfrúan, Annalena Baerbock, í dag.
Baerbock upplýsir, at tey útvístu sendifólkini »hava arbeitt hvønn dag í Týsklandi ímóti okkara vilja og uttan samband við samfelag okkara«.
– Tað vilja vit ikki góðtaka longur, sigur uttanríkisráðfrúan.
Tey 40 útvístu sendifólkini verða hildin at vera limir í russisku fregnartænastunum. Tey hava nú fingið fimm dagar at fara úr Týsklandi.
Lýsingin »diplomatur« verður vanliga brúkt um fólk, sum eru send út sum almenn umboð fyri land sítt og eru tilknýtt sendistovu ella felagsskapi.
Sambært Winterkonventiónini, sum millum annað lýsir landsins diplomatisku sambond, kann eitt móttakaraland til eina og hvørja tíð lýsa diplomatar fyri persona non grata og altso óynsktar í landinum.
/ritzau/dpa