Týskland: Koppseting eigur at vera krav

Týskur heilsumálaráðharri heldur, at tað skal vera krav at koppseta seg fyri covid-19

Einasti vegurin burtur úr covid-19 heimsfarsóttini er koppseting, og tað er bláoygt at halda, at omikron frábrgidið verður endin á farsóttini.

 

Tað sigur týski heilsumálaráðharrin Karl Lauterbach við Welt. Umframt at vera politikari er hann eisini lækni og professari í medisin.

 

Higartil hevur tað bert verið krav, at ávís heilsustarvsfólk í Týsklandi skulu vera koppsett.

 

– Tað fer at skapa stórar trupulleikar, um vit halda, at fyrr ella seinni verða øll smittað, og so fáa vit floksverju, sigurr Karl Lauterbach sambært Ritzau.  

 

Lauterbach heldur, at nógv fólk fara at verða álvarsliga sjúk, um omikron frábrigdið bara sleppur at breiða seg uttan mótspæl. Hann heldur, at neyðugt verður at krevja koppseting, tí koppseting er leiðin burtur úr farsóttini.

 

Í Týsklandi eru 71 prosent av fólkinum liðugt koppsett.

 

Eysturríki er einasta land í Europa, sum hevur sett íbúgvunum krav um koppseting. Kravið kemur í gildi 1. februar.