Týskland knústi dreymin hjá Noreg

Norsku hondbóltsmennirnir halda, at teir blivu burturdømdir í hálvfinaluni í dag

Stóri norski dreymurin um eina endaspælsfinalu í einum endaspæli í manshondbólti brast fyrr í dag.

 

Noreg tapti 33-34 ímóti Týsklandi aftaná longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 27-27. Í steðginum var Týskland á odda 14-13. Bjarte Myrhol gjørdist toppskjútti hjá Noreg við fimm málum. Hafner og Kuhn fingu fimm mál í part fyri Týskland.

 

Norðmenn kenna seg burturdømdar í dystinum: - Vit høvdu hvørki marginalarnir ella dómararnar við okkum, sigur Sander Sagosen við VG.

 

- Eg haldi vit høvdu uppiborið betri í dag. Eg haldi vit blivu ófatuliga hart revsaðir av dómarunum í dag. Tað er ógvuliga torført at spæla í heilar 10 minuttir við færri monnum á vøllinum. Hetta kennist órættvíst nú, sigur Erland Mamelund við VG. 

 

Tá 15 sekund vóru eftir var Noreg í EM finaluni við einari 27-26 leiðslu, men tað eydnaðist týskaranum at javna, og fáa longda leiktíð. 

 

Sunnudagin spæla norðmenn bronsudyst ímóti taparanum av hinari hálvfinaluni, sum er millum Spania og Kroatia. 

 

Tað gjørdist í tí stóra og heila ein keðiligur norðurlendskur dagur. Í dystinum um 5. plássi tapti Danmark 26-29 (13-15) ímóti Fraklandi, og í dystinum um 7. plássi tapti Svøríki 24-26 (12-12) ímóti Póllandi fyrr í dag.