Týskland vann í kvøld heimsmeistaraheiti fyri fyrstu ferð í 24 ár. Týskland vann finaluna móti Argentina 1-0, eftir longda leiktíð.
Talan var annars um ein javnan dyst, har Argentina hevði teir størru møguleikarnar. Týsku leikararnir vóru tó meir á bóltinum gjøgnum allan dystin.
Vanligi dysturin endaði við málleysum javnleiki og sostatt mátti dysturin út í longda leiktíð.
Avgerðin í dystinum fall, tá 113 minuttir vóru leiktir. Ein bóltur var spældur inn um verjuna hjá Argentina, har Bayern Munchen leikarin, Mario Gotze kom at standa leysur. Við góðari temjing og við góðum vinstra bein skotið, skoraði Mario Gotze avgerandi málið í dystinum.
Týskland vann sostat HM kappingina í Brasil, meðan Argentina vann silvur og Holland vann bronsu.
Týskland – Argentina 1-0 (0-0) Eftir longda leiktíð
1-0 Mario Gotze, 113.