Tað upplýsti eitt týskt stjórnartalsfólk í dag sambært tíðindastovuna AFP.
– Vit hava gjørt av at taka loyvi aftur til raksturin av fýra av fimm russiskum konsulátum í Týsklandi, segði talspersónurin á einum tíðindafundi.
Tað hendir sum svar uppá, at russiska stjórnin hevur gjørt av at avmarkað talið av embætisfólkum og starvsfólkum á týskum stovnum í Russlandi.
Bæði starvsfólk á týskum diplomatiskum missiónum og mentanar- og útbúgvingarstovnum verða rakt.
Russiska tiltakið var eitt svar upp á týsku útvísingarnar av russiskum sendifólkum í kjalarvørrinum av Russisku innrásini Í Ukraina.
/ritzau/