Pólland: 190 tons av deyðum fiski

Ymiskar metingar eru um, hví fiskurin í ánni Oder er deyður, men granskarar halda, at talan kann vera um eitrandi algur.

Norska kringvarpið NRK veit í dag at siga, at fleiri enn 190 tons av deyðum fiski eru tikin upp úr ánni, Oder.

 

Oder rennur fram við pørtum av markinum millum Pólland og Týskland.

 

Sagt verður, at tað eru einir 10 dagar síðan, at fólk løgdu til merkis deyðan fisk í ánni, men enn er ikki staðfest, hví fiskurin er deyður. 

 

Eitt talsfólk hjá pólska sløkkiliðnum sigur, at har hava tey higartil tikið upp 158 tons av deyðum fiski.

 

Eisini í Týsklandi hava tey tikið nógvan deyðan fisk upp.

 

Mett verður, at talan er um fleiri enn 190 tons tilsamans í Póllandi og Týsklandi.

 

Ymiskar metingar eru um, hví fiskurin í Oder er deyður.

 

Granskarar vísa á, at talan eitt nú kann vera um eina uppblóming av eitrandi algum sum er orsøkin.