Í sendingini hjá Óla Breckmann seinnapartin í dag, førdi Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur og ritstjóri á Vencil, fram, at føroyskir rithøvundar fyrst og fremst skuldu hava týska bókamarknaðin í huga, ætla teir sær útum Føroyar við skaldskapinum.
Hann vísir á, at føroyingar á hvørjum ári luttaka á tveimum stevnum í ávikavist Frankfurt og Göteborg, men tað er greiður munur á hvussu væl tað gongur við sølu. Bókastevnan í Frankfurt er heimsins størsta, og har snýr tað seg útilokandi um at sølu av bókum sambært Oddfríði.
- Í Frankfurt er forlagið áhugað í at selja bøkurnar frá síðu eitt til seinastu síðu. Rithøvundurin er í hesum førinum yvirhøvur ikki áhugaverdur, sigur hann.
Stevnan í Göteborg, hinvegin, setir høvundurin og søguna hjá høvundanum í miðdepilin.
- Tá kann man siga, at man fer at selja høvundarnir, sigur Oddfríður, og leggur ein speiskan spurning afturat.
- Hvar hava vit fingið mest burturúr? Eg haldi ikki, at tað er komin ein føroysk bók út á svenskum tey nógvu seinastu árini.
Hinvegin eru góðar royndir við bókasølu eftir luttøku á stevnuni í Frankfurt, og Oddfríður tekur fram Bárð Oskarsson sum dømi.
- Bókin hjá Bárði er nú týdd og seld á fleiri málum, og alt byrjaði í Frankfurt. Barnabókin, sum hann hevði skrivað, var tilvildarliga stungin í taskuna hjá einum, sum hevði eitt stórt forlag, og síðani er sølan økt munandi, sigur hann.
Hann vísir á, at enskttalandi marknaðurin er ikki áhugaverdur, tí tey hava ógvuliga fáar týddar bøkur á bókamarknaðinum yvirhøvur.
- Fyri bókmentur, er USA ein fullkomiliga óáhugaverdur marknaður – Týskland er marknaðurin fyri bøkur. Áleið 40 prosent av øllum bókum, sum koma út í Týsklandi eru nevniliga týddar bøkur. Til samanberingar, er bert eitt prosent av bókunum á enskttalandi marknaðinum týddar, sigur hann, og vísir á, at aðrir bókamarknaðir eisini fylgja væl við hvørjar bøkur verða týddar í Týsklandi, áðrenn tey sjálvi taka støðu til at fara undir eina týðing.