Krøvini um vápnahvíld í Gaza, sum fleiri lond og felagsskapir hava reist mótvegis Ísrael, samsvara ikki við tað, sum týski kanslarin, Olaf Scholz, heldur.
- Eg viðgangi, at eg haldi ikki, at hetta er rætt, hvørki við vápnahvíld í stundini ella við vápnahvíld yvir eina eina tíð.
Kanslarin heldur, at ein vápnahvíld fer at gera, at Hamas fær møguleikan at venda aftur í krígnum við Ísrael.
- Hetta fer at gera, at Hamas fær møguleikan at tryggja sær nýggjar rakettir, sigur Olaf Scholz sambært tíðindastovuni, AFP.
Í dag veit Reuters annars at siga, at Hamas nú steðgar samráðingunum við Ísrael um leyslating av gíslunum.
Tað undir ógvusligu álopunum á Ísrael hin 7. oktober, at Hamas tók fleiri enn 200 gíslar, sum eftir øllum at døma vórðu fluttir til Gazageiran.
Orsøkin til, at Hamas nú steðgar samráðingunum, er sambært felagsskapinum teir bardar, sum eru við sjúkrahúsið, Al-Shifa, í Gaza býi.
Tað er ein palestinsk kelda við kunnleika til viðurskiftini í Gaza, sum hevur borið Reuters hesi tíðindi í dag.











