Týski heilsumálaráðharrin við sera hvassari ávaring

- Tá hesin veturin fer at nærkast endanum, fara tey allar flestu í Týsklandi at verða koppsett móti koronu, frísk av koronu ella deyð við koronu, sigur týski heilsumálaráðharrin.

Týskir myndugleikar royna at fáa fleiri at lata seg koppseta móti koronu, samstundis sum smittutølini í landinum veksa við rúkandi ferð.

 

Í dag er týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn, eisini komin við einari sera hvassari ávaring til tey, sum enn ikki hava latið seg koppseta.

 

- Tá hesin veturin fer at nærkast endanum, fara tey allar flestu í Týsklandi at verða koppsett móti koronu, frísk av koronu ella deyð við koronu.

 

Heilsumálaráðharrin ásannar, at hetta er ein kyniskur máti at siga tingini.

 

Jens Spahn vísir serliga til sera smittandi delta-frábrigdið av koronu-virus og leggur aftrat, at myndugleikarnir heita staðiliga á allar borgarar um at lata seg koppseta móti koronu.

 

Tað er tíðindastovan NTB sum ber hesi tíðindi fyrrapartin. Sera hvassa ávaringin hjá týska heilsumálaráðharranum er longu farin víða um lond.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Útlendskir miðlar endurgeva í dag týska heilsumálaráðharran, Jens Spahn.