Týskari nýggjur olympiskur forseti

Tað er 59 ára gamli Thomas Bach

Í Týsklandi eru tey stóru ítróttartíðindini ikki, at týska fótbóltslandsliðið vann tað týsku miðlarnir kalla ein "pliktsigur" ímóti Føroyum.

 

Týskarar fegnast um at eiga tann nýggja forsetan í IOC, tí altjóða olympisku nevndini. Nýggjur olympiskur forseti er 59 ára gamli Thomas Bach úr Týsklandi, sum er juristur. Thomas Bach avloysir belgiumannin, Jacques Rogge, sum hevur verið olympiskur forseti í 12 ár. Valið fór fram í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires.

 

Jacques Rogge noktaði øll síni ár, sum forseti í IOC at hava fund við ÍSF, sum vegna Føroyar søkti um olympiskan limaskap longu í 1984, also fyri 29 árum síðani. Føroyar søktu um olympiskan limaskap átta ár áðrenn viðtøkurnar vóru broyttar í IOC, sum siga, at øll komandi limalond skulu verða suverenir statir.

 

Spenningurin fyri ÍSF er, um Thomas Bach verður lættari at fáa eitt samskiftið við í málinum um ta føroysku, olympisku viðurkenningina.

 

Thomas Bach sæst til høgru á myndini, sum er tikin beint aftaná, at Jacques Rogge (t.v.) hevði kunngjørt, at Thomas Bach er valdur til nýggjan forseta í IOC.