Týskarar mangla innivist

Fleiri týskir fótbóltsfjepparar mangla eitt stað at búgva

Okkurt um 80 týskir fótbóltsfjepparar, sum eru komnir til Føroya í sambandi við dystin í kvøld, hava einki stað at búgva.

 

Fleiri teirra eru komnir til landið uttan at hava tryggjað sær tak yvir høvdið frammanundan.

 

- Longu fyri fleiri mánaðum síðani vóru øll pláss á gistingarhúsum og í leiguíbúðum upptikin. Vit hava gjørt og gera framvegis tað vit kunnu fyri at finna teimum innivist, men í løtuni er tað rættiliga trupult, sigur Tórstein Christiansen, samskipari á Visit Tórshavn.

 

Seinastu dagarnar hava nógvir týskir fótbóltsfjepparar verið inni á gólvinum á skrivstovuni hjá Visit Tórshavn í vón um at fáa innivist onkrastaðni.

 

- Ein trupulleiki hevur verið, at ein partur av teimum fólkunum, sum plaga at leiga út íbúðir, sum vit so umsita, hava valt ikki at leiga tær út, nú tá Føroyar spæla ímóti Týsklandi. Tey eru heilt einfalt bangin fyri, at týsku fótbóltsfjeppararnir ikki fara nóg væl um íbúðirnar, greiðir Tórstein Christiansen frá.

 

Nakrir týskarar hava tó valt eina alternativa loysn.

 

- Onkur hevur keypt sær tjald og er síðani farin á tjaldingarøkið yviri við Strond at búgva, sigur Tórstein Christiansen.

 

Hoyr alla samrøðuna við Tórstein Christiansen við at trýsta á pílin undir myndini.