Tá Norrøna legði at bryggju í Havn klokkan 06.00 í morgun, var ein stórur partur av ferðafólkunum umborð týskarar.
- Í morgun komu 300 týskarar til landið, og teir flestu av teimum eru komnir til Føroya at síggja dystin í annaðkvøld, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line.
Tað er í sambandi við HM undankappingardystin millum Føroyar og Týskland, sum verður spældur í annaðkvøld, at sonn innrás er av týskarum um dagarnar.
Í seinastu viku komu eisini fleiri týskarar við Norrønu upp til Føroya.
Nógv verður gjørt burtur úr trygdini í sambandi við dystin, men sambært Henny á Líknargøtu eru týskararnir friðarligir.
- Teir, sum hava ferðast higar við Norrønu, hava skikkað sær væl umborð. Teir hava hugnað sær og sungið eitt sindur, men vit hava ikki upplivað nakað keðiligt við teimum umborð, sigur Henny á Líknargøtu.
Dysturin millum Føroyar og Týskland byrjar á Tórsvølli klokkan 19.45