Týska uttanríkisráðið upplýsir í dag, at bygningurin, sum hýsir týsku sendistovuni í ukrainska høvuðsstaðnum, er raktur av russiskum rakettum í morgun.
Reuters veit at siga, at týska sendistovan í Kyiv hevur ikki verið brúkt, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár.
Fleiri ukrainskir býir vóru fyri russiskum rakettálopum í morgun, og sagt verður úr Kyiv, at her lótu átta sivilfólk lív, umframt at fleiri eru særd.
Enn er ikki komið fram, hvussu mong fólk hava latið lív ella eru særd í øðrum ukrainskum býum, sum russar skutu rakettir eftir í morgun.