Týska maskinan knústi Porto

Ein væl smurd týsk maskina, knústi í fyrra hálvleiki FC Porto

Tað var stórur spenningur undan Champions League dystinum í kvøld millum Bayern Munchen og FC Porto.

FC Porto vann fyrru uppgerðina 3-1, og tí var tað eitt trýst heimalið, sum í kvøld tók ímóti í Munchen.

 

Men í kvøld var ongantíð nakar ivi um, hvat lið fór at vinna dystin. Frá fyrsta bríksli sótu Bayern Munchen leikararnir á dystinum, og hálvleiksstøðan var heili 5-0 til týskararnar.

 

Avrikið hjá Bayern Munchen var sannførandi. Spælið koyrdi væl, umframt at leikararnir vóru sera ágangandi í press-spælinum.

Endaliga úrslitið av dystinum millum Bayern Munchen og Porto gjørdist, at Bayern Munchen vann dystin 6-1. Samanlagt vunnu týskararnir 7-4 yvir báðar uppgerðirnar.

 

Í hinari fjórðingsfinaluni vann Barcelona 2-0 á Paris Saint Germain.

Brasilski Neymar skeyt bæði málini hjá Barcelona.

 

Sostatt er greitt at Bayern Munchen og Barcelona eru klár til hálvfinalurnar í Champions League.

Seinnu hálvfinalistarnir vera funnir í annaðkvøld, tá hinar fjórðingsfinalurnar eru á skránni. Í teimum dystunum møtast Real Madrid og Atletico Madrid, umframt Monaco og Juventus.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bayern Munchen – FC Porto 6-1 (5-0)

1-0 Thiago Alcantara, 14.

2-0 Jerome Boateng, 22.

3-0 Robert Lewandowski, 27.

4-0 Thomas Muller, 36.

5-0 Robert Lewandowski, 40.

5-1 Jackson Martinez, 74.

6-1 Xabi Alonso, 88.

 

Barcelona – Paris Saint Germain 2-0 (2-0)

1-0 Neymar, 14.

2-0 Neymar, 34.