Tað varð lagt upp til ein spennandi og intensan dyst, tá Brasil og Týskland í kvøld leiktu hálvfinaluna í HM kappingini í Brasil. Men spennandi og intenst bleiv tað ongantíð, tí Týskland hølvaði Brasil av. Við einum knúsandi 7-1 sigri lótu týskararnir ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær at leika HM finalu á Maracana leikvøllinum sunnukvøldið.
Thomas Muller legði Týskland á odda 1-0, tá 11 minuttir vóru leiktir. Og so brádliga skrædnaði tað. Uppá 6 minuttir skoraðu týskararnir 4 mál og støðan aftaná 29 minuttir var 5-0 til Týskland!!. Teir sum skoraðu tey fýra málini hjá Týsklandi vóru Miroslav Klose, Sami Khedira og Toni Kroos við tveimum málum.
Í byrjanini av seinna hálvleiki trýsti Brasil eitt sindur, men tað var Týskland, ið fekk málini. Chelsea leikarin André Schurrle skeyt Týskland á odda 6-0 og 7-0.
Tað eydnaðist Brasil at minka um munin í seinasta minutti. Málið skeyt Chelsea leikarin Oscar.
Týskland skal í finaluna møta vinnaranum av dystinum í morgin millum Holland og Argentina.
Brasil – Týskland 1-7 (0-5)
0-1 Thomas Muller, 11.
0-2 Miroslav Klose, 23.
0-3 Toni Kroos, 24.
0-4 Toni Kroos, 26.
0-5 Sami Khedira, 29.
0-6 André Schurrle, 69.
0-7 André Schurrle, 79.
1-7 Oscar, 90.