Týska landsliðið vil ikki eta grind

Týska Fótbóltssambandið vil ikki koma í óføri og takkar tí nei til grind.

Týsku tíðindafólkini vita um støðuna hjá okkum viðvíkjandi grind. Bæði á tíðindafundi undan ferðini til Føroyar, og á Tórsvølli í dag, bleiv týski landsliðsvenjarin spurdur um hann ætlaði at eta grind.

 

Svarið er stutt og greitt – nei. Týska Fótbóltssambandið vil ikki blanda seg upp í eitt slíkt stríð. Tí eru teir ikki sinnaðir at eta grind á ferðini her í Føroyum. Tað er av etiskum orsøkum, sigur Joachim Löw, landsliðsvenjari hjá Týsklandi.

 

Tað er tó ikki alt frá havinum, sum er bannlýst í týska hópinum. Joachim Löw fortaldi á tíðindafundinum í dag, at hann hevði roynt føroyskan laks, sum hann hevði hoyrt var ein tann besti í heiminum. Hann lat væl at føroyska laksinum.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.