Týska landsliðið fær hvørki tvøst ella spik

Tá týska landsliðið í fótbólti kemur til Føroya í sambandi við dystin tann 10. september, fáa spælararnir hvørki tvøst ella spik til matna.

 

 

Týski felagsskapurin Wal- und Delfinschutz -Forum, sum er felagsskapur, ið verjir hval og delfinir, hevur í dag boðað føroysku fjølmiðlunum frá, at felagsskapurin hevur sent skriv til Hotel Føroyar, um at hotellið ikki skal borðreiða tvøst og spik fyri týska landsliðshópinum.

 

 

Men felagsskapurin nýtist ikki at bera ótta fyri, at tvøst og spik verður á matarskránni hjá týsku landsliðsspælarunum.

 

 

- Eg veit einki um, at vit skulu hava fingið eitt skriv um hatta. Vanligt er, at landsliðini hava nøkur krøv í sambandi við vitjanina á hotellinum, men einki stendur í pappírunum frá týska landsliðnum, um at vit ikki skulu borðreiða við tvøsti og spiki fyri teimum, sigur Jóhanna Rasmussen, sum er booking manager á Hotel Føroyum.

 

 

 

- Ítróttarfelagsskapir, sum búgva á hotellinum, plaga at hava eina ávísa matskrá, og tá er ongantíð føroyskur matur á skránni. Tvøst og spik er dýrabærur matur í okkara verð, so vit fara heldur ikki at borðreiða tað fyri fólkum, sum als ikki eru áhugað í at eta tað, sigur Jóhanna Rasmussen.

 

 

 

Í skrivinum frá Wal- und Delfinschutz -Forum til føroysku fjølmiðlarnar stendur, at sambært formaðnninum í týska fótbóltssambandinum hevur týska landsliðið sín egna kokk við á Føroya ferðini.

 

 

- Tað er einki óvanligt við tí. Tey útlendsku landsliðini, sum búgva á Hotel Føroyum, hava ofta sín egna kokk við, og tað er tí, at tey skulu hava onkrar heilt serligar rættir og ávísa matarskrá, sigur Jóhanna Rasmussen