Hesum boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá í gjár.
– Formansskapurin í Løgtinginum hevur á fundi í gjár gjørt av, at koronaavmarkingarnar í tinginum verða strikaðar 1. mars í ár.
– Hetta merkir, at tingfundir aftur vera almennir, so at áhoyrarar hava atgongd til tingsalin, tá tingfundir eru.
Tingfundur verður í dag klokkan 11, men til tann fundin hevur almenningurin onga atgong, men hetta verður helst tann seinasti tingfundurin fyri stongum hurðum hesaferð.
Skárin til tingfund í dag er hendan:
1 2. viðgerð LM-053/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Tilbúgvingarætlan fyri slopnan alifisk)
2 2. viðgerð LM-054/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.)
3 1. viðgerð LM-069/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um stuðul til listafólk, sum hava verið fyri fíggjarligum missi í tíðarskeiðinum 9. desember 2021 til 31. januar 2022 í sambandi við COVID-19.
4 1. viðgerð LM-070/2021 - Uppskot til samtyktar um sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins
5 1. viðgerð LM-071/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Skipanin við frítíðarlønarkontum verður broytt, Frítíðargrunnurin verður avtikin o.a.)
6 1. viðgerð LM-068/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2022-2
7 Framløga
Viðmerkingar