Í hesum døgum verða sýnir tikin av seyði, ið er sloppin framat gomlum tyrvingarplássum fyri at staðfesta, um hann er dálkaður av hesum. Í fjør gjørdi Umhvørvisstovan eina dálkingarkanning av gomlum og einstøkum virknum tyrvingarplássum í Føroyum. Talan var um økir, sum hava verið brúkt at tyrvt á, áðrenn IRF kom at virka. Kanningin varð gjørd fyri at staðfesta, um umhvørviseitrandi evnir eru til staðar í jørðildinum, sum liggur omaná gomlum tyrvingarplássum.
Umhvørvisstovan sigur, at úrslitini vístu, at á nøkrum økjum var innihaldið av ávísum tungmetalum hægri enn tað sum, sambært vegleiðing frá danska umhvørvisstýrinum, kann góðtakast í støðum, ið skulu nýtast til ?serliga viðkvom? endamál, sum seyðahald kann sigast at vera. Sambært somu vegleiðing áttu nøkur av kannaðu støðunum møguliga at verið avbyrgd ella reinsað. Eisini var innihaldið av dálkingarevnunum PCB og dioksin høgt í teimum flestu støðunum.
Kanningar í m.a. Svøríki hava víst, at seyður ið er innihegnaður á dálkaðum øki, upptekur dálkingarevnir. Seyður í Føroyum er ikki innihegnaður á dálkaðum økjum, men sleppur tó í ávísum førum framat gomlum tyrvingarplássum. Tí varð avgjørt at fara undir at kanna um hetta sæst aftur í seyði, sum hevur gingið í hesum økjunum, soleiðis at støða kann takast til, um atgerðir eiga at verða tiknar í sambandi við gomul tyrvingarpláss.
Í hesum sambandi verða livur-, kjøt- og tálgasýnir tikin frá seyði nú í heyst, sum Umhvørvisstovan sendi til kanningar aftan á flettingartíðina.










