Ein tyrluvanlukka í Hardanger har suðuri í Noregi hevur kravt fimm mannalív. Norska løgreglan sigur, at talan var um eina flutningstyrlu hjá felagnum Airlift. Sagt verður, at eldur kom í tyrluna, beint eftir at hon var dottin niður.
Geir Gudmundsen hjá løgregluni í Hordalandi sigur við fjølmiðlarnar, at privatfólk høvdu leigað tyrluna.
Løgreglan fekk boð um vanlukkuna nakað eftir klokkan seks okkara tíð. Veðrið á vanlukkuleiðini er vánaligt,og tað hevur darvað bjargingarliðnum at koma á vanlukkustaðið, skriva norsku fjølmiðlarnir í kvøld.