Nú verður arbeitt við at lata Atlantsflog yvirtaka tyrlutænastuna, sum danska sjóverjan higartil hevur røkt í Føroyum.
Hetta upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í løgtinginum nú ein dagin, ólavsøkurøðan hjá løgmanni var fyri.
Hann segði eisini, at landsstýrið er sinnað at seta pening av á komandi fíggjarlóg til endamálið.
Framtíðin hjá donsku tyrlutænastuni í Føroyum hevur verið eitt sindur óviss. Tíðindi í Danmark um sparingar og umleggingar hava elvt til ótryggleika, í hvønn mun tyrlutænastan í Føroyum verður varðveitt, ella um hon verður varðveitt yvirhøvur.
Eisini hevur tað verið ógreitt, hvør hevur endaligu ábyrgdina av hesum virkseminum í Føroyum.
Tað hevur fingið landsstýrismannin at taka stig til at flyta hesa tænastuna yvir á føroyskar hendur, so at hon ístaðin verður løgd undir Atlantsflog.
Síðani hevur Atlantsflog arbeitt við einum uppleggi fyri, hvussu flogparturin av ?leiting og bjarging?, LOB, umframt loftvegis sjúkraflutningur, kann verða yvirtikið á føroyskar hendur.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at tey eru komnir so væl áleiðis við uppleggingum, at tað verður handað landsstýrismanninum skjótt.
Hann sigur, at tað, sum Atlantsflog kann átaka sær av LOB, verður sjálvsagt í samstarvi við við Vaktar & og Bjargingartænastuna, sum samskipar LOB-virksemið í Føroyum og sjúkraflutningurin verður sjálvsagt í samráð við sjúkrahúsini, sum samskipað sjúkraflutningin.
? Og tað, sum Atlantsflog so skal átaka sær, verður sjálvandi bara flogparturin av hesum uppgávunum.
Magni Arge sigur, at tað, sum Atlantsflog ger í sínum uppleggi, er at fáa greiði á, hvat hetta inniber, hvat ið krevst av fólki, útbúgvingum og útgerð, fyri at røkja hesa uppgávuna, umframt sjálvandi, hvørjar tænastur Atlantsflog kann veita og hvat, tað fer at kosta, o.s.fr.
?Vit hava havt bæði norðmenn og íslendingar uppi í okkara kanningararbeiði, sigur stjórin á Atlantsflog.
Ikki minst hevur tað áhuga fyri okkum, hvussu íslendingar hava skipað hesi tænastuna, tí tað er eitt land á okkara leiðum har viðurskiftini í mangar mátar líkjast okkara viðurskiftum, og tað er eitt lutfalsliga lítið land við fáum fólkum og gjalda fyri hesa tænastuna.
?Tann skipanin, vit velja, má lagast til umstøðurnar, og vit hava kanska ikki ráð til at hava so dýrar tænastur, sum stór lond hava.
Eina tyrlu afturat
Magni Arge vil ikki siga, hvat Atlantsflog fer at skjóta upp fyri fiskimálastýrinum, ella, hvat tað kostar, fyrrenn Jørgen Niclasen hevur fingið uppskotið.
? Men tað er greitt, at tað fer at kosta pening.
Magni Arge sigur tó, at Atlantsflog arbeiðir útfrá eini ætlan, sum sigur, at felagið fær brúk fyri eini tyrlu afturat.
Tað halda vit eru neyðugt, um vit skulu hava eina tyrlutænastu, sum er so trygg sum gjørligt, tí so eru vit altíð før fyri at bera skjótt at.
? Spurningurin er so, um vit skulu keypa eina tyrlu afturat, ella um vit keypa tvær nýggjar.
? Tí Tyrlan, vit hava, er ikki tann besta til endamálið. Men hon kann møguliga vera at hava til at taka,tá ið hin ikki er til taks.
? Vit fara sjálvandi at kanna eftir, hvat er á marknaðinum og, hvat loysir seg at útvega.
? Men stórar tyrlur eru ómetaliga dýrar. Tí er tað sannlíkt, at vit fara at halda fram við somu tyrlustødd, sum vit hava í dag.
? Og so ganga vit út frá, at ein tyrlutænasta, sum vit átaka okkum, skal veita fleiri tænastur, bæði bygda- og útoyggjatænastuna, sum vit hava nú, umframt LOB, sjúkraflutning og aðrar tænastur, sum vit verða leigað til.
? So mugu vit í longdini síggja, hvussu leikur ferð, áðrenn vit møguliga fara at hugsa um størri tyrlur.
Stjórin í Atlantsaflog heldur ikki, at yvirtøkan av tyrlutænastuni fer ikki at krevja, at tyrlupallar, hús og annað, kring landið skal útbyggjast nakað serligt.
? Men tað er ikki óhugsandi, at tað kundi verið skilagott at skapt góðar umstøður tætt við sjúkrahúsini.
?Í Havn er tyrlupallur, men hvussu støðan er í Suðuroy og í Klaksvík.
? Og tað kundi eisini hugsast at verið skilagott at vit eisini fingu møguleikar at tikið ymsa bjargingarútgerð ymsastaðni í landinum.
Men alt hetta eru viðurskifti, sum mugu viðgerast nærri, sigur Magni Arge.
Eitt nú kann eisini hugsast, at hendan tænastan eisini fer at verða brúkt til eftirlitsflúgving kring Føroyar fyri fiskiveiðieftirlitið.
Magni Arge sigu, at ein slík tænasta kann vera byrjanin til eina tænastu, sum tað tey hava í Íslandi, og sum gongur út uppá at fáa læknar og serkøna hjálp út á eitt vanlukkustað sum skjótast, útfrá hugsjónini um, at skjót hjálp er góð hjálp.
Nakrar mánaðir
Magni Arge sigur, at enn er óvist, nær Atlantsflog verður ført fyri at átaka sær hesar uppgávurnar.
Hóast Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er sinnaður at fáa pening á komandi fíggjarlóg til endamálið, er langt eftir á mál, tí fíggjarlógin skal viðgerast, og loksins samtykkjast í tinginum.
? Og fyrrenn tað er hent, ber illa til hjá Atlantsflog at fara undir nakar serligar fyrireikingar.
? Og frá tí, at vit kunnu fara undir veruligar fyrireikingar, kunnu vit rokna við, at tað tekur nakrar mánaðir at koma ígongd.
Men Magni Arge sigur, at Atlantsflog fer at leggja stóran dent á, at fólk fáa eina veruleikakenda uppfatan av, hvat hv´rja tænastu tað ber til at bjóða fyri tann pening, sum verður settur av til endamálið.
? Vit fara at leggja stóran dent á, at fólk ikki fara at vænta eina størri tænastu av okkum, enn hana, sum vit eru før fyri at bjóða fyri tað upphædd, sum vit fáa at arbeiða við.