Tað viðgongur løgreglan í Oslo nú.
Vit kunnu kritiserast fyri ikki at hava fingið tyrlurnar í luftina fyrr, sigur løgregluleiðarin í Olso løgregluøki, Johan Frederiksen við Aftenposten.
Fyri at spara pengar hevði tyrlumanningin fingið frí í juli. Ikki fyrr enn klokkan 19.16, næstan fýra tímar eftir spreingingina í stjórnarkvarterinum, komu boð um, at tyrluskiparar skuldu avlýsa frítíðina. Klokkan 21.08 kom fyrsta tyrlan so á flog.
Johan Frederiksen leggur to dent á, at tað ongantíð var upp á tal at nýta tyrluna í atsóknini á Utøya.
Ein Sea-King tyrla lendi á Storøya nærhendis Utøya klokkan 19.16. Hon hevði staðið klár longu ellivu minuttir eftir spreingingina í Oslo. Ein onnur Sea-King tyrla stóð á Voldsløkka í Oslo klokkan 17.09, og stóð klár at flyta sjúk og skadd. Tá servanda deildin fór úr Oslo í bilum klokkan 17.30 vistu teir ikki, at ein tyrla stóð klár á Voldsløkka.
Johan Frederiksen pástendur, at ein tyrla uttan mun til ikki vildi verið nýtt at flyta servandu deildina út á Utøya, men viðgongur, at hon hevði kunna flutt manningina til Storøya, har løgreglan valdi at sigla út til Utøya frá.