Tyrlur stoyttu saman

Fýra fólk doyðu, tá tvær tyrlur hjá tveimum amerikonskum sjónvarpsstøðum stoyttu saman. Tær báðar tyrlurnar fylgdu við, meðan løgreglan jagstraði ein bilførara í statinum Arizona. Brádliga komu tær ov nær hvør aðrari og stoyttu saman.

Tvey fólk, ein flogskipari og ein myndamaður, vóru í hvørjari tyrlu, og øll fýra doyðu, tá tyrlurnar duttu niður.

Hyggjararnir sóu kortini ikki sjálvan samanstoytin, tí myndatólini vendu niðureftir, tá vanlukkan hendi, sigur CNN.