Tyrlukeyp kannað

Játtar løgtingið einar 10 mió. krónur til tyrlukeyp, verður onnur tyrla keypt til Føroya um stutta tíð. Leiðslan í Atlantsflog kannar í løtuni, hvørja tyrlu, talan skal vera um

Atlantsflog hevði nevndarfund týsdagin, og á tí fundinum vóru umframt framtíðarætlanir felagsins, ítøkiligar ætlanir um tyrlukeyp viðgjørdar. Leiðslan í Atlantsflog hevur eina tíð gjørt kanningar við serligum atliti til, hvussu tørvur, slag og kostnaður kunnu sameinast í ætlanini.


Gjørt verður kortini púra greitt, at ætlanin hevur samband við politsku ábendingarnar um, at danska tyrlutænastan, ið hevur havt um hendi leiting og bjarging í føroyskum øki, eigur at gerast føroysk.


Magni Erge, stjóri á Atlantsflog, ger vart við, at enn ber ikki til at siga, hvussu leikur fer.


? Vit sita og í løtuni og royna at gera av, hvørja tyrlu best er at keypa, um ætlanin gerst veruleiki. Snípan er meðalstór tyrla, og spurningurin er, um vit eiga at keypa eina í somu stødd, ella um vit eiga at fáa okkum eina størri. Í hesum sambandi hava vit tosað við flogfeløg, eins og tyrluframleiðarar, til tess at kanna kostnað á nýggjum og brúktum tyrlum, sigur Magni Arge.


Stjórin leggur dent á, at Atlantsflog undir ongum umstøðum fer at keypa tyrlu í bræði, um løgtingsjáttanin í umbúna, sum er einar 10. mió., ikki verður veruleiki.


Tyrlur eru sera kostnaðarmiklar. Eina spildurnýggj Bell 212 tyrla, sum er sama slag sum Snípan, kostar einar 40 mió. krónur.