Tyrluflúgvin til ferðafólk burturav

Komandi summar fer onnur tyrlan hjá Atlantsflogi burturav at flúgva við ferðafólki til og úr Mykinesi hvønn leygardag frá jóansøku til seinast í august

Tyrluflúgvin

Komandi summar fer onnur tyrlan hjá Atlantsflogi burturav at flúgva við ferðafólki til og úr
Ferðavinna
Edvard Joensen
Reykjavík:Næsta summar fer at bera til hjá ferðafólki at sleppa til Mykinesar og heim aftur sama dag við tyrlu. Atlantsflog fer at flúgva dupultan túr ella eftir tørvi út í Mykines við feðrafólki hvønn leygardag frá jóansøku til 20. august.
?Men verður tørvur á tí, ber væl til at leingja hesa tíðina, sigur Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi.
Felagið hevur tvær tyrlur, og onnur er vanliga tøk allan leygardafin, tá ikki so nógv vinnulig leiguflúgving er, sigur hann. Og fyri at fáa brúkt hesa tíðina sum best, verður nú farið undir hesa royndina, sum í fyrst aumfari fer at umfata Mykines.