Kl 14:41 týsdagin fekk tyrlutænastan boð frá MRCC Tórshavn um at fara til Nolsoyar eftir einum lítlum barni.
Skjótt var atborið, og eftir bert 10 minuttum var bjargingartyrlan á flogi. Støðan var av slíkum slag, at mett var at best at hava manning frá sjúkrabilatænastuni við á staðið, so tyrlan lendi á Landsjúkrahúsinum á vegnum til Nolsoyar.
Tyrlan lendi í Nólsoy kl 15:03, og barnið saman við mammuni var flogið til Landsjúkrahúsið hagar tey komu kl. 15:08.