Vágar: Tá landsliðsboð verða givin føroyskum spælarum, er tað aloftast so, spælararnir fáa boð um, nær teir skulu vera á flogvøllinum í Vágum, og er tað í aðrar mátar upp til spælararnar sjálvar, júst hvussu teir koma somikið langt.
Á tann hátt var einki broytt mikudagin, men tað var tó ymiskt, hvussu spælararnir høvdu valt at koma til flogvøllin.
Beint áðrenn hálvgum trý, tá liðið skuldi møtast, kom ein av spælarunum - Heðin á Lakjuni - soleiðis við tyrluni. Ein ferð, sum spælarin sjálvur helt vera munandi meira ómaksleysa, enn um hann skuldi farið vanliga túrin við bili og Strandferðsluni.
- Tað passaði so væl við ferðaætlanini hjá tyrluni hesaferð. Tað sparir jú nógva tíð, og saman við fleiri av áskoðarunum, sum eisini eru í ferðalagnum, valdi eg tí at taka tyrluna til flogvøllin. Og tað gekk jú eisini fínt, staðfesti hann.
Við taxa
Eisini Óli Johannesen hevði gjørt nýtslu av tyrluni á ferðini, men hjá honum gekk tó ikki heilt so væl.
Landsliðsskiparin hevði nevnliga lagt ferðina soleiðis, at hann kom við tyrlu av Tvøroyri og til Havnar, og síðani skuldi ein bilur standa fyri honum, soleiðis at hann slapp beina leið yvir á farstøðina, haðani hann við bussi skuldi á flogvøllin.
Einhvør misskiljing var tó íkomin, og eingin taxa-bilur stóð fyri honum, tá tyrlan settist á Boðanesi. Tað bar við sær, at bussurin koyrdi av Farstøðini uttan Óla Johannesen, og so vóru góð ráð dýr. Endin varð tó, at taxa-bilur slapp at koyra teinin vestur, soleiðis at eisini Óli Johannesen var við, tá spælararnir vórðu kekkaðir inn hjá Atlantic Airways.
Tað skal eisini leggjast afturat, at hóast hættirnir soleiðis vóru ymiskir hjá fleiri av spælarunum, so eydnaðist tað tó øllum at koma fram í øllum góðum.