Sum løtan leið, loysnaði útróðrarbáturin úr landi, og tá hann var rikin nakað út um skerini á leiðini, setti Lív á hann at sleipa. Hendingin fór fram, har ovastu ljósini í kvøldarmyrkrinum síggjast.

Tyrlan bjargaði manni úr útróðrarbáti

Sambært skiparanum á Tjaldrinum er útróðrarmaðurin nú í øllum góðum heima við hús aftur í Skopun.

Sum løtan leið, loysnaði útróðrarbáturin úr landi, og tá hann var rikin nakað út um skerini á leiðini, setti Lív á hann at sleipa. Hendingin fór fram, har ovastu ljósini í kvøldarmyrkrinum síggjast.

Tíðliga í kvøld fór ein útróðrarbátur úr Skopun á land nakað sunnanvert Skopunarbygd. Ein maður var við bátinum.

 

Stutt eftir, at MRCC hevði fingið fráboðan um hendingina, vórðu tyrla og bjargingarbáturin Lív send á staðið.

 

Tað eydnaðist tyrluni at taka mannin upp úr bátinum, og hann er flogin til Skopunar, har hann býr, og haðani hann var farin til útróðrar.

 

Tyrlan lendi á tyrlupallinum á Skerinum, tey rópa í Skopun. Tað er á leiðini, har eldrasambýlið í bygdini er.

 

Sambært skiparanum á Tjaldrinum er maðurin nú í øllum góðum heima við hús aftur í Skopun.

 

Bjargingarbáturin Lív sleipar nú útróðrarbátin til Skopunar. 

 

Skiparin á Tjaldrinum sigur, at sum løtan leið, loysnaði útróðrarbáturin úr landi, og tá hann var rikin nakað út um skerini á leiðini, setti Lív á hann at sleipa.

 

- Lív sleipar nú útróðrarbátin til Skopunar, eins og maðurin, sum var í bátinum, er heima aftur í øllum góðum, verður lagt aftrat.

 

Tað seinasta, sum In.fo hevur frætt, er, at útróðrarbáturin lekur, og at manningin á bjargingarbátinum Lív hevur sett pumpur umborð í bátin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Sum løtan leið, loysnaði útróðrarbáturin úr landi, og tá hann var rikin nakað út um skerini á leiðini, setti Lív á hann at sleipa. Hendingin fór fram, har ovastu ljósini í kvøldarmyrkrinum síggjast.

Her sæst, hvar tyrlupallurin í Skopun er - beint við Skeravegin, soleiðis sum myndin vísir.