Tyrlan skal privatiserast

Jørgen Niclasen vil hava eina føroyska tyrlu, sum seinni skal kunna privatiserast. Vinnunevndin hevur á fundi fyrrapartin í gjár viðgjørt málið um tyrlukeypið hjá Atlantsflog. Nevndin gjørdi ikki heilt, sum Løgtingið álegði henni, sigur nevndarlimur


 

Tyrlukeyp


Ein føroysk loysn í tyrlumálinum passar inn í politisku meiningarnar hjá Jørgen Niclasen, landstýrismanni, sum gongur inn fyri privatiseringum.

Tað er soleiðis, váttar Jørgen Niclasen, at við at hava eitt føroyskt tyrlufelag, ber seinni til at privatisera hesa flúgvingina. Annaðhvørt við eini fullkomnari privatisering av Atlantsflogi, ella við partvísari privatisering av eitt nú bara tyrludeildini.

Vinnunevndin viðgjørdi tyrlumálið á fundi fyrrapartin í gjár, og skuldi í Tingið við tí seinnapartin. Men nevndin hevur ikki gjørt alt, sum hon varð biðin um, sigur Alfred Olsen, sum umboðar Sambandsflokkin í Vinnunevndini.

Heini O. Heinesen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at nevndin hevur samtykt at strika navnið á føroyska flogfelagnum í lógartekstinum, soleiðis at Løgtingið kundi taka undir við málinum. Hann metti beint eftir fundin í Vinnunevndini, at málið kundi fara aftur í Løgtingið og verða avgreitt, sum tað liggur nú.

Løgtingið hevði annars málið til viðgerðar í seinastu vikum, men sendi tað aftur í Vinnunevndini. Tingmenn vildu tá millum annað hava orðingina um Atlantsflog broytta.


Óheppin orðing

Tað var av nógvum tingmonnum hildið vera óheppið, at tað var beinleiðis nevnt í lógartekstinum, at tað var Atlantsflog sum skuldi keypa eina tyrlu, til at røkja flúgving fyri millum annað Vaktar- og Bjargingartænastuna við.

Eisini eru summir tingmenn ónøgdir við tíðarskeiðið, nevnt er í lógaruppskotinum. Har stendur, at Atlantsflog skal hava 14 milliónir krónur árliga í 10 ár at røkja hesa tyrluflúgvingina fyri.

Í tí liggja tveir spurningar, sigur Alfred Olsen, sum umboðar Sambandsflokkin í Vinnunevndini.

Fyri tað fyrsta, er hann ikki heilt sannførdur um, at tað er rætt at lata hetta áramálið standa nevnt í lógini. Hann metir, at eitt styttri tíðarskeið kanska kundi verið nevnt við teirri grundgeving, at tøkniliga menningin er so skjót í dag, at um 10 ár standa vit kanska við eini ótíðarhóskandi tyrlu, sum vit ikki kunnu sleppa okkum av við, tí Løgtingið hevur bundið seg við hesi lógini.

Eisini vísir Alfred Olsen á, at Løgtingið bað Vinnunevndina kanna, um talan í veruleikanum er um fjaldan fíggjarliga stuðul til Atlantsflog. Ta kanningina metir Alfred Olsen ikki, at Vinnunevndin hevur gjørt.

Hinvegin vil hann als ikki gera viðmerkingar til søgur, sum eru farnar at ganga um, at talan í veruleikanum er um eina bjargingarætlan, tí Atlantsflog ikki sjálvt er ført fyri at keypa eina tyrlu til rutuflúgving innanoyggja og tí skal fáa hana sum vaktar- og bjargingartyrlu.

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður afturvísir beinleiðis øllum slíkum tosi sum ósannindum.

Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, segði í viðtalu við Sosialin fyrrapartin í gjár, at hann seinni um dagin fór at viðgera málið við restina av tingmanning Sambandsfloksins.


Manglandi prískanningar

Heini O. Heinesen, formaður í Vinnunevndini, vísir á, at tað er samtykt í Løgtinginum, at lata Atlantsflogi 10 milliónir krónur í ár, sum er ein partur av teirri upphædd, sum er við í lógaruppskotinum um tyrluflúgvingina.

Men formaðurin í Vinnunevndini harmast um, at ongar kanningar eru gjørdar aðrastaðni av, hvat ein slík tænasta kann fáast fyri.

Men tær kanningarnar eru gjørdar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sum hevur lagt uppskotið um tyrluflúgvingina fyri Løgtingið.

Hann sigur, at arbeiðsbólkurin, sum hevur fyrireikað keypið, hevur kannað gjølla, hvat slíkt kostar. Og landsstýrismaðurin váttar, at tænastan kundi fingist bíligari aðrastaðni, men at hann hevur valt føroysku loysnina, tí hann vil hava førleikan á føroyskar hendur.

Um avtala varð gjørd við eitthvørt útlendskt tyrlufelag, sum hevði tyrlu standandi, sum kundi verið brúkt til endamálið, var ivaleyst talan um eina brúkta, niðurgoldna tyrlu.

Men í hesum førinum er talan um eina nýggja, sum Atlantsflog skal keypa, sigur Jørgen Niclasen. Og tað er ein rættiliga dýr íløga. Hann vísir á, at kapital kostnaður - keypsprísur og trygging - venjingar og manningarlønir koma upp á 12,8 milliónir krónur, longu áðrenn tyrlan yvirhøvur lættir sær á. Og so kemur raksturin omaná.

Jørgen Niclasen heldur fast um, at grundin til, at málið hevur skund, ikki er, at nøkur tyrla longu er keypt, uttan at tilsøgn var givin frammanundan.

Men hann váttar, at ein avtalað er gjørd - sum tó ikki er undirskrivað - um eina ávísa tyrlu, sum Atlantsflog hevur fingið forkeypsrætt til. Og verður málið ikki avgreitt skjótt, er vandi fyri, at avtalan verður av ongum, og so kunnu ganga fleiri ár, áðrenn ein slík tyrla fæst aftur, sigur landsstýrismaðurin.

Tað er nevniliga so, at slíkar væl útgjørdar tyrlu eru mangulvøra á marknaðinum. Bíðitíðin er long, og fleiri eru um boðið at fáa júst hesa tyrluna skilst.

Talan er kortini ikki um eina spildurnýgja tyrlu, skilir Sosialurin. Men um eina trý ára gamla, sum tekniskt er so væl útgjørd, sum eingin onnur tyrla í danska kongaríkinum.