Nú seinnapartin varð tyrlan boðsend at hjálpa einum manni, sum var komin í neyð í Hvannhaga á Tvøroyri. Vatkhavandi á løgreglustøðini sigur, at knæði var farið úr lið hjá manninum.
Tískil varð ringt til løgregluna, sum sendi tyrluna suður. Men maðurin varð ikki fluttur á Landssjúkrahúsið, sum annars mangan verður gjørt.
Hinvegin varð maðurin settur av í Hvalba. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn veit ikki hví maðurin vildi setast at í Hvalba, men so bleiv gjørt.