Tyrlan mátti í hagan eftir manni

Um nátturðatíð í gjárkvøldið mátti tyrlan í hagan vesturi í Vágum eftir einum manni. Hann var farin í hagan, men brádliga føldi hann seg illa. Tíbetur hevði hann telefon hjá sær og fekk sent boð eftir hjálp.

Men tað varð mett at vera ov langt at fara til gongu eftir manninum og heim aftur og tískil vórðu boð send eftir tyrluni.

Hon fór so avstað og bjargaði manninum.

Men løgreglan sigur, at tíbetur javnaði tað seg skjótt hjá manninum, so har var onki álvarsligt á vási.

Ein bilur fór eisini útav í Leirvík í gjárkvøldi, beint við munnan til Norðoyatunnilin, men har var ongin fólkaskaði, hinvegin fór bilurin illa.