Klokkan 14.11 í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan frá skiparanum á Norrønu, at ein persónur umborð hevði bráðneyðugan tørv á at verða flutt á Landssjúkrahúsinum.
Tað var eitt av ferðafólkunum, ið var vorði sjúkt umborð, og læknarnir umborð mettu, at best var at tilkalla bjargingartyrluna, so viðkomandi kundi koma á Landssjúkrahúsið skjótast gjørligt.
Vakthavandi á MRCC støðini upplýsir, at Norrøna var tríggjar tímar eystan fyri Havnina, tá boðini komu.
Hóast sýnið ikki var av tí besta í dag, so gjørdi tyrlan skjótt av, og klokkan 15.40, hálvanannan tíma eftir fráboðanina, lendi tyrlan á tyrlupallinum uttanfyri Landssjúkrahúsinum við sjúklinginum.