Tyrlan eftir sjúklingi

UM eitt korter ella so kemur tyrlan hjá Atlantsflogi til Havnar við einum sjúklingi, hon hevur verið eftir á Høgabergi.

Høgaberg roynir eftir makreli norðan fyri Føroyar, og klokkan fimm komu boiðini um, at ein maður umborð hevði fingið skaða.

Høgaberg var staddur 124 fjórðingar norður úr Føroyum, og tað var á markinum til, hvussu langt tyrlan kundi fara, men floglíkindini vóru góð, upplýsir MRCC.

Tað tekur umleið ein tíma at flúgva hvønn vegin.

MRCC veit ikki, hvønn skaða maðurin hevur fingið.