Tyrlan eftir manni umborð á línubáti

Boð vóru í gjár eftir tyrluni, tí ein maður umborð á línubáti mátti flytast á Landssjúkrahúsið.

Klokkan 10.51 í gjár fekk MRCC-støðin eini boð frá skiparanum umborð á Havbúgvanum, at teir høvdu ein sjúkan mann umborð á skipinum, ið mátti flytast á land.


Havbúgvin lá um hetta mundi nær markinum til Íslands, og var fjarstøðan til land so mikið stór, at skipið fekk boð um at sigla nærri landi, áðrenn tyrlan kundi fara avstað.


Góðar tríggjar og ein hálvan tíma seinni, klokkan 14.27, var skipið komi so mikið nær landi, at tyrlan kundi fara úr Vágum.


Longu ein lítlan tíma seinni, klokkan 15.11, var bjargingartyrlan aftur í Vágum við manninum, ið varð fluttur við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið.


Av MRCC-støðini verður upplýst, at talan ikki var um eitt arbeiðsóhapp, men at maðurin var vorðin sjúkur.