Tyrlan eftir manni umborð á uppisjóvarskipi

Boð vóru eftir bjargingartyrluni um tíggju tíðina í morgun, tá ein maður umborð á Tróndur á Gøtu mátti flytast á Landssjúkrahúsið.


Uppisjóvarskpið var statt 160 fjórðingar í ein landnyrðing úr Havnini, tá manningin umborð heitti á hjálp. Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá MRCC gingu 2 tímar og 59 minuttir frá tí, at MRCC-støðin fekk fráboðanina, til bjargingartyrlan setti seg uttanfyri Landssjúkrahúsið.


Bjargingartyrlan, Landssjúkrahúsið, MRCC Tórshavn og Tórshavnradio tóku lut í sjúkraflutninginum.