MRCC-støðin sendi í gjár boð eftir tyrluni, eftir at ein maður var komin til skaða umborð á hvalbiartrolaranum Steintór.
Avgjørt varð at senda tyrluna eftir manninum, og klokkan 15.51 setti tyrlan kós móti skipinum, ið lá 60 fjórðingar eystanfyri Fugloynna.
Góðan hálvanannan tíma seinni, klokkan 17.22, var maðurin frammi á Landssjúkrahúsinum, har staðfest varð, at skaðin ikki var hættisligur.