Tyrlan eftir manni í Saksun

Boð vórðu í gjár send eftir bjargingartyrluni at hjálpa einum manni, ið var vorðin illa fyri í haganum omanfyri Saksun á Landssjúkrahúsið. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.


- Ein persónur var blivin illa fyri og varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, sigur vakthavandi og upplýsir, at tað er ikki greitt, um talan er um ein føroying ella eitt ferðafólk.


MRCC-støðin fekk boðini klokkan 10.44 og longu klokkan 11.34 lendi tyrlan uttanfyri Landssjúkrahúsið við sjúklinginum.


Hetta er triðju ferð í ár, at boð hevur verið eftir tyrluni at hjálpa fólki, ið eru stødd í haganum. Í yvirlitinum hjá MRCC yvir Leiting og Bjarging sæst, at 13. mars og 20. apríl bjargaði tyrlan ferðafólkum, ið vóru stødd uttangarðs.