Óhappið hendi, tá menn vóru á fjalli miðskeiðis millum Villingardal og Eiðsvík. Tað vísti seg, at maðurin hevði fingið skaða í knæið, og hann hevði so mikið nógva pínu, at hinir menninir fingu ikki flutt hann oman í bátin.
Tí vórðu boð send eftir bjargingartyrluni, sum kom eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Sum skilst var knæið farið úr lið.










