Sjóverjutyrlan varð á nýggjárinum send við lækna út til ein russiskan trolara, sum boðaði frá, at menn vóru farnir til hendurs umborð, og at stungið var við knívi.
Djóni Weihe, leiðari á MRCC støðini í Føroyum, váttar at boð komu frá russiska trolaranum Mikhail Verbitskiy um, at menn vóru komnir til illnar umborð, og at knívur hevði veriðuppií.
Avgjørt varð at senda sjóverjutyrluna út til skipið, og at hon skuldi hava lækna við. Trolarin var staddur sunnanfyri, nakað miskeiðis millum Føroyar og Hetland, føroysku megin markið. Farið varð av flogvøllinum, og Marjus Dam, kommunulækni í Vágum, var við umborð.
Sum trygd hjá tyrluni vóru bæði Brimil og Tjaldrið eisini biðin um at fara móti russaranum.
Tá tyrlan kom fram, vóru líkindini so mikið vánalig, at tyrluskiparin ikki helt tað vera ráðiligt at seta fólk umborð á skipið. Heldur ikki at taka nakran av skipinum upp í tyrluna. Aldan var ov høg, og skipið so ófriðaligt, at hann ikki metti tað vandaleyst at hava samband við skipið.
Djóni Weihe sigur, at teir á MRCC støðini stuðlaðu honum í hesi avgerð, og tí vendi tyrlan aftur við ongum.
Mikhail Verbitskiy setti kós móti havnini og kom hagar sunnukvøldið.
Ivan Eginsson á Faroe Agency, sum er umboð fyri russiska skipið, sigur, at tá skipið kom til Havnar, fóru tríggir mans á Landssjúkrahúsið. Men sambært umboðsmanninum var ikki talan um stórvegis skaða. Tó hevði ein teirra mist nakað av blóði, sigur Ivan Eginsson. Kortini sluppu allir tríggir umborð aftur eftir viðgerð á sjúkrahúsinum, sigur hann.
Mikhail Verbitskiy lá framvegis á Havnini, tá Sosialuirn tosaði við umboðsmannin. Skipið bíðar eftir kvotu, sigur Ivan Eginsson.
Samráðingarnar millum Føroyar og Russland hava verið, men trupulleikin hjá russisku skipunum er, at kvotan er ikki býtt innanhýsis millum russisku reiðaríini, og tí kunnu skipini ikki byrja fiskiskap enn.