Í morgum hevur bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi verið eftir einum íslendskum sjómanni, sum breyt beinið umborð í nátt.
Tað varð stutt eftir midnátt, at íslendska svartkjaftaskipið, Lundey, boðaði frá, at ein maður var komin illa fyri og hevði brotið beinið. Teir vóru tá staddir sunnanfyri, einir 100 fjórðingar úr landi.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog fór á flog at bjarga manninum, men hon millumlendi í Froðba at bunkra, tí hon skuldi flúgva so langt.
Men líkindini vóru so vánalig at tað eydnaðist ikki at bjarga manninum. - Tað var ikki ráðiligt at fara undir eina bjargingaroynd, serliga tá ið tað ikki stóð um lív, sigur MRCC.
Síðani hevur Lundey siglt við fullari ferð inn ímóti landi og fyri løtu síðani gjørdi tyrlan enn eina roynd, og hesa ferðina hepnaðist betur.
Tyrla og skip møttust stutt úr Akrabergi og tá eydnaðist at fáa mannin upp í tyrluna á maðurin varð fingið upp í tyrluna og hann er nú fluttur á Landssjúkrahúsið.
|