Tyrlan bjargaði monnum í dýrastu neyð

- Vit høvdu samband við menninar alla tíðina og á samrøðunum við teir skipsbrotnu, skiltist, at teir vóru í rættiligari neyð. Tað hoyrdist eisini á røddini, sigur Djóni Weihe á sjóbjargingarstøðini, MRCC Tórshavn.

Bjarging
Týskvøldið kl. 23.02 fekk Tórshavnar Radio neyðarkall frá glastrevjabátinum, Lambanesi, sum er av slagnum, AWI. Báturin við tveimum monnum umborð hevði siglt á Mjóvanes og var um at søkka, har hann lá og slongdist inni í briminum. Mayday-relay, sum tað eitur á fakmáli, varð sent út. Tveir útróðrarbátar, Harda og Sjóberin, vóru nærhendis og sigldu á staðið, har Lambanes var farin á land. Men báturin lá so innarliga, at eingin møguleiki var at bjarga monnunum frá sjósíðuni.
- Vit sendu beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni í Vágunum, og hon varð á staðnum 40 minuttir seinni ? ella kl. 23.42. Eftir umstøðunum gekk væl at bjarga monnunum uppí tyrluna, sum fleyg báðar á Landssúkrahúsið, har teir komu undir læknahond. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið tveir minuttir yvir midnátt.
Soleiðis greiðir Djóni Weihe á sjóbjargingarstøðini, MRCC Tórshavn, frá.

Í svárari neyð
- Tað er torført hjá okkum at siga, hvørja kenslu menninir umborð á Lambanesi høvdu og hvørji støðu, teir mettu seg at vera í. Vit høvdu samband við teir alla tíðina, eins og vit eisini høvdu samband við menninar umborð á Hardu og Sjóberanum. Men tað var greitt á samrøðunum við teir skipsbrotnu, at teir vóru í rættiligari neyð. Tað hoyrdist á røddini, og sum tíðin leið, gjørdist støðan hjá teimum alt meira álvarsom.
Djóni sigur, at tá ið tyrlan kom á staðið, royndi annar maðurin at grulva sær uppá ein stein, meðan hin fekst við at sleppa sær í bjargingarbátin.
- So, tað stóð ikki væl til hjá teimum, har teir lógu og stríddust inni í briminum, sigur hann.
Tá ið tyrlan kom á staðið, og tað eydnaðist at bjarga báðum monnunum í øllum góðum, var annar maðurin verri fyri enn hin, men báðir vóru teir vátir og kaldir.
- Vit kenna ikki so nógv til detaljurnar í málinum. Okkara uppgáva er í fyrsta lagi at bjarga monnunum úr vandanum, og tað eydnaðist tíbetur í øllum góðum, sigur Djóni Weihe á sjóbjargingarstøðini, MRCC Tórshavn.