Tyrla við skúla til Dímunar

Í gjár var strandfaraskipið Sam úti í Dímun við elementum til skúlan, sum nú verður bygdur. Tyrlan hjá Atlantsflogi lyfti elementini upp á oynna, har fleiri mans tóku ímóti. Tað er Sp/f Sperrcon, sum Haldur Vang eigur á Toftum, ið hevur bygt elementini til nýggja skúlan í Dímun.

Tað vóru eisini Haldur og hansara menn, sum syrgdu fyri, at elementini komu umborð á strandfaraskipið Sam á Toftum mikukvøldið.

Um 04-tíðina hósmorgunin loysti skipið av Toftum og stevndi suður til Dímunar, har tyrlan hjá Atlantsflogi lyfti elementini upp á oynna.

Haldur Vang og hansara menn eru í hesum døgum úti í Dímun og seta skúlan upp.

Jógvan Jón Petersen í Dímun sigur, at arbeiðið at fáa elementini upp á oynna við tyrluni gekk sera væl, og tað tók flogskiparanum bert hálvan annan tíma at fáa alt tilfarið upp úr skipinum og upp á oynna.

- Vit høvdu passað dagin væl við streymi, og tá so sólin eisini skein til umleið klokkan 15 seinnapartin í gjár, gjørdust umstøðurnar eisini perfektar.

Jógvan Jón Petersen sigur, at tey í Dímun eru sera væl nøgd við tað arbeiði, sum Haldur Vang og hansara menn hava gjørt.

- Vit vænta, at allir veggirnir eru komnir upp at standa í kvøld, og kanska verður skúlin eisini reistur, um alt gongur, sum tað gongur nú.

Tað segði Jógvan Jón Petersen, tá Portalurin tosaði við hann í gjárkvøldið.