Tyrla tók menn upp úr seglbáti

Ein tyrla hjá norsku bjargingartænastuni bjargaði í nátt trimum bretum, sum vóru á veg úr Lerwick til Bergen við einum seglbáti.

Báturin sendi út neyðarkall stutt fyri klokkan tvey í nátt, tí masturin var brotnað. Hann var staddur 48 fjórðingar vestur úr Sotra í Vesturnoregi, og norska bjargingartænastan sendi alt fyri eitt eina tyrlu avstað. Stutt eftir klokkan trý boðaði tyrlumanningin frá, at hon hevði tikið teir tríggjar menninar úr seglbátinum.

Norska bjargingartænastan hevur sent sjóverjuskipið "Aalesund" at toga seglbátin til lands, sigur NRK.